Um okkum
Dagstovnurin við Løgmannabreyt
Løgmannabreyt 73 postboks 3027
188 - Hoyvík
Skrivstovan tlf 302300
Leiðari Sofía Nattestad tlf 219105
Teldupost sofian@torshavn
Varaleiðari Jensia av Steinum
Trygdarumboð Maria Ludvig
Tlf nr á stovunum
Barnagarðsstovan Aldan tlf 250768
Vøggustovan Bylgjan tlf 250764
Vøggustovan Báran tlf 250770
Dagstovnurin við Løgmannabreyt lat upp 1.apríl 2003
og liggur í einum stórum grønum fríøki, tætt við nýggja skúlan á Løgmannabreyt
Stovnurin hevur tvær barnagarðsstovur við børnum, í aldrinum 3 -7 ár
og tvær vøggustovur við børnum í aldrinum 0 -3 ár
- Vit hava ein skúlabólk, sum nú er saman einafer um vikuna í 3 tímar, sí nærri undir skúlabólk
- Vit brúka fimleikahøllina á skúlanum, einafer um vikuna til børnini á skift.
Stovurnar hava allar navn eftir havinum og tær eita;
Aldan, Glaðan, Bylgjan og Báran
Ì Barnagarðinum eru nú 20 børn í hvørjari stovu og
í Vøggustovunum eru nú 13 børn í hvørjari stovu.
Tilsamans eru nú 66 børn á stovninum
Allar stovurnar hava egnu inngongd og eru í barnahædd við vátrúmið,gongd,wc, stovu og spælirúmið
Umframt er eitt stórt miðrúm sum felagsøki við góðum køki, sum vit kallað " Mølin " og tað kann brúkast til øll møgulig tiltøk, t.d. felags sangløtu, spøl, rørslu, jólahald, foreldrafundir, starvfólkafundir v.m
-
Vøggustovurnar hava eisini eitt gott skiftirúm og rúmligt vognrúm, har gott pláss er fyri øllum barnavognum og koyristólum o.a
-
Vøggustovubørnini sova øll vanliga úti í góðum barnavognum, sum stovnurin eigur og hetta halda vit er sera gott fyri børnini, tí tey sova væl úti í frískari luft í einum góðum umhvørvi :) men møguleiki er eisini at sova inni um tørvur er á tí..
-
Vit hava ein stóran deiligan garð, eitt stórt grønt fríøki, við nógvum góðum avbjóðingum til børnini, nú uppdeildur við einum stórum garði og einum lítlum garði, har øll børnini á stovninum hava avbera góðar møguleikar at fáa avbjóðingar og upplivingar, alt eftir sínum aldri og førleika :)
-
Vit hava eisini góða á, sum rennur ígjøgnum øki í stóra garðinum, sum børnini elska at spæla í og har fáa børnini nógvar fantastiskar góðar løtur og upplivingar :) Tætt við ánna hava vit nú eisini fingið ein flottan bát til børnini at spæla í, sum tey eru sera glað fyri :)