ENDURLÝSING – námsfrøðingar
til Dagstovnin við Løgmannabreyt
Tórshavnar kommuna søkir vegna
Dagstovnin við Løgmannabreyt eftir einum námsfrøðingi at arbeiða í eini barnagarðsstovu at byrja 1.febr ella eftir nærri avtalu.
Eisini søkja vit eftir tveimum námsfrøðingum at arbeiða í eini vøggustovu at
byrja 15.febr - 1.marts ella eftir nærri avtalu.
Um ongin námsfrøðingur søkir, vera hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.
Arbeiðstíðin er 30-35 tímar
um vikuna, deild upp við skiftandi vaktum ímillum 7.30 og 17.00. Møguleiki er eisini at arbeiða 40 t/v um tú ynskir tað.
Vit bjóða tær eitt gott og mennandi starv við góðum starvsfeløgum í einum góðum umhvørvi 
Ring og hoyr nærri tlf 219105
Vit gleða okkum at hoyra frá tær 
Um stovnin
Dagstovnurin við Løgmannabreyt er
frá 2003, er í Hoyvík og liggur í einum stórum grønum umhvørvi við einum avbera góðum stórum
spæliplássi. Vit hava ein stóran deiligan garð, eitt stórt grønt fríøki við
nógvum góðum avbjóðingum til børnini at røra og menna seg í.
Vit hava tvær barnagarðsstovur við 20 børnum 3-6 ár og tvær vøggustovur við 12 børnum 0-3 ár.
Á stovninum er fjølbroytt
virksemi, har vit leggja stóran dent á, at børnini hava tað gott, trívast og mennast og fáa góðar upplivingar.
Vit leggja stóran dent á góða móttøku av børnum og
foreldrum, ein góðan trivnað, nærveru og góða relatión, felags ábyrgd og gott
samstarv bæði á stovuni og á stovninum sum heild.
Vit søkja eftir námsfrøðingum, sum
vilja vera við til at styrkja og menna fagligheitina á stovninum í tøttum
samstarvi við Børn og Ung í Tórshavnar kommunu og okkara námsætlan, sum eisini
sær náttúrina og spæliplássi, sum eitt týdningarmikið námsfrøðiligt amboð.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært
sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsókn
Umsókn saman við viðmælum, royndir
skulu sendast til torshavn@torshavn.fo
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til
Sofíu Nattestad, stovnsleiðara,
Telefon 219105
Teldupost sofian@torshavn.fo
Setanarviðurskifti
Umsókn
Meira fæst at vita