Skúlabólkur

Skúlabólkurin er nú saman einaferð um vikuna í 3 tímar. Vit fara túrar og skipa fyri ymiskum tiltøkum inni og úti :)

 Endamálið við skúlabólkinum er;

  • At menna barnið / børnini til skúlabyrjan við at styrkja teir sosialu førleikarnir

  •  At læra barnið at vera saman í einum bólki við øðrum børnum

  •  At læra børnini at arbeiða saman

  •  At læra børnini at taka ímóti felags boðum

Vit leggja eisini dent á

  • At barnið lærir at lurta eftir felags boðum

  • At barnið lærir at klára seg sjálvt / við stuðul frá okkum vaksnum

  • At barnið lærir at passa egna tasku,matpakka og klædnakassa

  • At barnið lærir at bíða

  • At barnið lærir at vera saman við fleiri børnum í bólki og vera góð við hvønnannan

  • At barnið lærir at siga frá

  • At barnið lærir at stíga fram og aftur

  • At barnið lærir at halda einum blýanti og at brúka saks

  • At barnið fær áhuga fyri tølum og bókstavum

  • At barnið fær virðing, bæði fyri sær sjálvum og øðrum børnum/ vaksnum, umhvørvinum og náttúrini

  • At barnið lærir at taka upp eftir sær í náttúrini

  • At barnið lærir almenna vitan

  • At barnið mennir kroppin við t.d svimja, fimleik, vera úti í náttúrini o.s.v


Vit kunna brúka SPU kanningar ( tað er skoleparathedsundersøgelse) til Foreldrasamrøður og Trass, sum stendur fyri;  At ansa tíðliga eftir málmenningini. Starvsfólk hava verið í skeið á Sernámsdeplinum og vit halda at hetta er eitt gott amboð at brúka, bæði til dagligt og til Foreldrasamrøður

Vit vitja eisini Skúlan og Frítíðarskúlan, sum tykkara barn skal ganga í, eisini fara vit útferðir við skúlabørnunum og gera ymisk spennandi tiltøk..

Bólkurin endar uml. 15.- 20. juni við eini endaveitslu :)

Tá ið børnini fara úr Barnagarðinum og úr Vøggustovuni, fáa tey eina mappu heim við, har vit Starvsfólk hava savnað saman ymiskt tilfar, sum barnið hevur gjørt ígjøgnum tíðina við tekningum,málningum,klippum og myndum..

Ein dýrgripur at eiga :)






«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S
myndir nov17 Nýggjastu myndir