Okkara Kostpolitikkur

Orsøkin til, at vit hava sett okkum fyri at hava ein Kostpolitikk er, at í seinastuni hevur tað vundið uppá seg við slikk, køkum og nógvum søtmeti í matpakkunum

Tað eru eisini nógvir føðingardagar, har nógv søtt verður bjóðað og børnini ferðast nógv og bjóða bomm til øll, tá ið tey koma aftur. Tað er stuttligt, men hetta kann verða ov nógv til tíðir .. og saman við foreldraráðnum hava vit nú sett fokus á ein sunnan kost og børnini hava havt eina sunna viku og vit hava eisini havt foreldrafund um hetta

  • At vit hava ein Kostpolitikk á stovninum hjálpir okkum at hava økt fokus á sunnan mat og hetta er við til at tryggja at vit øll somul, starvsfólk og foreldur,vilja liva upp til tað og fylgja tí upp !

  • Og saman við tykkum foreldrum kunna vit stuðlað og hjálpa børnunum soleiðis,at tey fáa góðar kostvanar og eru glað og væluppløgd og hava góða orku allan dagin til at spæla og menna seg

  • Vit vilja ikki hava:  At børnini hava slikk, kaku, petinanon og smá sukurjogurt,mjólkasnittir, sunkist, cola o.s.fr. við í matpakkan, tí hetta smittar til hini børnini

sum øll vita er hetta ósunt, tómar kaloriur íð kann gera tað at barnið fær ein ringan dag við manglandi orku og eisini vera við til at onnur børn eisini vilja hava okkurt ósunt við

  • Foreldrini hava sjálvi ábyrgd av, hvat tey koyra í matpakkan og kemur okkurt við, sum ikki eigur at vera... hava starvsfólkini ikki ábyrgd av, hvat barnið etur fyrst.. men tey kunna siga frá til tykkum foreldur

Á stovninum eru nógvir føðingardagar fleiri ferðir um mánaðin, tað viðførur so aftur, at nógv børn fáa ov nógvar nøgdir av sukri fleiri ferðir um vikuna. Her skulu vit eisini hugsa um at minkað um sukri !

Serliga vøggustovubørn hava ikki brúk fyri so nógvum slikki og slikkipinnar og stóra glasurkøku o.a.


Tað sum vit vilja á stovninum er ;

  • Vit vilja bjóða heilsugóðan mat og minka um sukri

  • Vanliga fáa børnini onga saft. Vit bjóða vanliga mjólk og vatn

  • Vit bjóða ein góðan millummála

  • Vit vilja stremba eftir at keypa heilsugóðan mat, her hugsa vit um feitt, tilsetningsstoffir, farvistoffir

  • Vit vilja allatíðina fylgja við í tí nýggja rákinum

  • Vit stuðla børnunum i at hava góðar kostvanar

  • Vit vilja hava, at tit sum foreldur eisini taka undir við hesum, tí at tað er gott fyri børnini

  • Fríggjamorgun bjóða vit morgunmat við heimabakaðum bollum :)

  • Børnini kunnu eisini fáa sær okkurt úr matpakkanum, um tey eru svong imillum máltíðirnar

  • Uml.kl 9.30 hava vit samling við børnunum, har tey eta frukt, sum tey hava við heimanifrá, fruktin verður skorin sundur og sett á fat til børnini, so tey kunna velja, hvat tey vilja hava

  • Ì samling tosa vit um, hvat hendir í gerandisdegnum,syngja og taka eisini ymisk evni um, so sum happing, at vera góð við hvønnannan og børnini skiftast at koma til orðanna

  • Uml.kl 11.00 eta Vøggustovubørnini matpakka saman

  • Barnagarðsbørnini eta vanliga matpakka uml. kl 11 -11.30 ..alt eftir,hvar tey eru / túrar o.a,  so eta tey seinni ..

  • Uml. kl 12.-12.30 aftaná børnini hava eti verða vøggustovubørnini skift og løgd í vognarnar at sova og vanliga vekja vit ikki børnini, tí okkara holdningur er, at um tykkara barn svevur leingi er tað tí, at barnið hevur tørv á tí ! 

  • Børnini trívast best, um tey fylgja síni egnu rytmu

  • Minni børn sova eisini aðrar tíðir, tí tey hava brúk fyri at sova 1 ferð ella 2 ferðir um dagin

  • Uml. kl 14.00-14.30  er Millummálin

  • Vit gera ein Matarlista sum verður skrivaður fyri eina viku í senn

  • Matarlistin hongur í gongini á stovunum, so tit foreldur kunna fylgja við, hvat børnini fáa at eta

  • Vit royna eisini at variera matarlistan,skifta ímillum, tó við nøkrum føstum tiltøkum, alt eftir árstíðini t.d frukt,jogurt,summarskál, einaferð um vikuna, súrgað mjólk,ymiskar suppir, rísingreyt,havragrýn,ymisk sløg av bollum,pastasalat,baka eplir o.a 

Okkara matsiðir

  • Vit læra børnini vanligan góðan borðsið

  • At sita pent við borðið og hava frið at eta

  • Vit minna børnini á at vaska hendur

  • Børnini sita við føst pláss á stovuni, sum starvsfólk hava samansett, út frá pedagogiskum sjónarmiði, vinskapi, skúlabørn ..eitt starvsfólk situr saman við teimum við hvørt borðið og prátar við tey

  • Vit tosa við børnini við borðið, tí tað er týdningarmikið at tosa saman,um alt møguligt.. (mat, sunt/ ósunt, hvussu tey hava tað o.s.v

  • Vit læra børnini,alt eftir aldri at hjálpa til, við at gera mat á stovuni ( til kalt borð) og dekka borð

  • Vit stuðla børnunum í at gerast sjálvbjargin,við at læra børnini at eta og drekka sjálvi

  • Vit skapa góðar karmar rundan um máltíðirnar, at hava frið

  • Vit syngja áðrenn vit eta, fyri at skapa góðar karmar

  • Vit gera tað hugnaligt at eta saman, bæði starvsfólk og børn :)






«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S
myndir nov17 Nýggjastu myndir