Vælkomin úr summarfrí

Vælkomin aftur úr summarfrí og  

    vælkomin nýggj børn og foreldur   


Kunning  03.august  2020

 Góðu foreldur

Vit halda okkum framvegis til tilmælini frá Korona ráðgevingini, seinast dagførd 14. mai 2020 og vit hava eftirmett og rætta til.  Væntandi koma nýggjar tilmælingar seinni.

  • Hald frástøðu á 1 metur. Tilmælini siga at bert eitt foreldur og barn kunnu koma í senn. Tí kann møgulig bíðitíð vantast, um fleiri foreldur avlevera samstundis.

  •  Foreldur kunna nú eisini koma inn í innaru gongdina, klædnarúmið hjá børnunum, men Ikki inn í stovuna.

  • Undantak er fyri foreldur, sum hava barn, ið hava innkoyring í vøggustovunum. Hesi sleppa inn eina lítla løtu hvønn dag teir fyrstu dagarnar. Starvsfólkini geva tykkum boð um, hvussu innkoyringin fer fram

     

  • Foreldrini hava ábyrgdina av, at vaska hendurnar hjá børnunum HVØNN DAG, tá tit koma á stovn, hetta fyri at minka um ALLAR sjúkur. Hondsprittið stendur í durinum.

  • Starvsfólk tekur ímóti barninum og foreldur siga síðan farvæl.

  • Syrg fyri, at barnið hevur rein og eyka skiftiklæði í ryggsekkinum/ klædnarúmið.

  • Børn kunna ikki hava leikur við heimanifrá.

  • Foreldur syrgja fyri at barnið hevur matpakka og millummála við á stovn.

  • Barnið skal kunna eta beint úr matpakkanum.

  • Um barn títt hevur sjúkueyðkenni, skal tað ikki á stovn. Set teg í samband við kommunulæknan, sum síðan ger av, um kannast skal fyri Korona.

  • Barnið kann koma aftur á stovn, 48 tímar aftaná seinasta sjúkueyðkenni.

  • Um tú verður uppringd/ur, um at barn títt er sjúkt, skal tað heintast beinanvegin.

  • Er barnið partur av húsarhaldi, har ein persónur hevur fingið staðfest koronavirus, skal viðkomandi eftir galdandi mannagongd í sóttarhald og kann tí ikki koma á stovn. Tá viðkomandi er loystur úr sóttarhaldi, kann hann koma aftur á stovnin.

  • Fólk, sum hava verið uttanlands, skulu ikki koma á stovnin teir fyrstu 14 dagarnar eftir heimkomu

  • Ynskiligt er, at sama fólkið kemur við og eftir barninum hvønn dag.

  • Sigi frá stovuni nær barnið kemur og fer.

      

           Vh

           Sofía Nattestad

           leiðari