Tilmeldingahátturin broyttur til næstu tvær vikurnar

Tórshavnar kommuna, Barna- og ungdómsdeildin  22.04.2020

Vit halda fast við skerdum virksemi og varligari upplating

Vit eru miðskeiðis í fyrstu vikuni eftir, at dagstovnaøkið varliga er opnað aftur og neyðugt er at taka støðu til næstu vikurnar. Gerandisdagurin er broyttur hjá børnum og starvsfólkum. Nýggja støðan krevur tíð, umhugsni og møguliga broytta raðfesting. Arbeiðsuppgávurnar eru broyttar t.d. við vasking, spritting, serligum varsemi við krops sambandi og nýggjum bólkum av børnum á stovnunum. Tað eru í miðal áleið 40 % av børnunum á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu hesa fyrstu vikuna.


Tilmeldingarhátturin verður broyttur til næstu tvær vikurnar. Foreldur skulu boða skrivliga frá við telduposti til dagstovnaleiðaran, um teirra ynski til næstu tvær vikurnar. Niðanfyri er ein frágreiðing um, hvussu hetta fer fram.


  • Freistin hjá foreldrunum at senda inn ynski um dagstovnapláss komandi tvær vikurnar er á miðnátt 23.04.2020.

  • Foreldrini skulu útfylla skjal, ið skal sendast umvegis teldupost til stovnaleiðaran á stovninum

  • Skjal, sum foreldrini skulu útfylla er viðheft í teldupostinum

  • Dagstovnaleiðarin vendir aftur til foreldrini við svari uppá umbønina umvegis tlf ella á skrift

  • Tað er ein fortreyt, at hølis- og starvsfólkaviðurskifti eru til taks til dagstovnavirksemi og tí verður verandi støða á dagstovnaøkinum tikin til eftirtektar, í mun til umbønirnar frá foreldrunum

  • Mett verður, at dagstovnaøkið í mesta lagi megnar at havaí miðal umleið 50 % av hvørjum barnabólki á stovninum í senn

  • Verður tilmeldaða barnatali á einum stovni ella í einum barnabólki hægri enn stovnurin megnar, so skipar dagstovnaleiðarin fyri at foreldur fáa eitt tillagað dagstovnatilboð

  • Ein stova ella ein stovnur kann tískil bjóða ávísum barnabólkum hálvt dagstovnapláss, fyri at hava skynsama stødd av barnabólkum á stovninum í senn, soleiðis at hesir samsvara í mun til ásetingar um hølir og starvsfólk

  • Dagstovnaleiðarin skipar virksemið og tekur avgerð um, nær barnið kann vera á stovninum um hetta er t.d.:

    • fullan dag

    • hálvan dag

    • annað hvønn dag

    • eina viku og má vera heima hina vikuna

  • Umstøðurnar kunnu vera ymiskar viðvíkjandi hølum og starvsfólkum á einstøku stovnunum og á einstøku stovunum, tí kann vera ymiskt hvat slag av dagstovnaplássi ávísa barnið fær t.v.s. fult ella skert dagstovnapláss


Seinastu vikurnar hava verið merktar av, at støðan í samfelagnum og tískil eisini á dagstovnaøkinum hevur verið í støðugari broyting. Fyrivarni skal tí takast fyri, at støðan aftur kann broytast. Hetta skriv er bygt á verandi støðu, har vit halda fast í eina varliga upplating av dagstovnaøkinum og fylgja verandi tilmælum frá myndugleikunum. Herðast ella linka tilmælini, vera tillagingar gjørdar, so at vit fáa fyrireika og arbeitt undan á dagstovnaøkinum


Tørv á dagstovnaplássi komandi tvær vikurnar

Skjali skal sendast aftur umvegis teldupost til dagstovnaleiðaran. 
Sofía Nattestad  teldupost sofian@torshavn.fo

Seinasta freist, at boða frá ynskinum um dagstovnaplássi er á miðnátt 23.04.2020

Stovnur: 

Navn á barnið:
p-tal:

Foreldur:
Navn:

Bústaður

Telefon nr.:

Teldupostur:


Nær hava tit tørv á ansing?:



Dagfesting

 

Nær kemur barnið

Nær verður barnið heinta

27.04.2020

 

 

 

28.04.2020

 

 

 

29.04.2020

 

 

 

30.04.2020

 

 

 

01.05.2020

 

 

 

04.05.2020

 

 

 

05.05.2020

 

 

 

06.05.2020

 

 

 

07.05.2020

 

 

 

 08.05.2020

 Dýribiðidagur / stongt

 

 


Viðmerkingar:



Foreldur fáa boð aftur uppá umbønina.


Vinarliga

Sofía Nattestad

leiðari















«2020»Í dag«Jul»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30 31    
M T M H F L S
Stóratjørn Nýggjastu myndir