Tá ið børn læra umsorgan við fyrstuhjálp

Vit hava verið við í fyrstu verkætlani, sum tilbúgvingin hevur skipað fyri, har barnagarðsbørn læra umsorgan við fyrstuhjálp.
Kanningar aðrastaðni vísa at børn, sum hava umsorgan og hjálpa hvørjum øðrum happa ikki hvønnannan.
Í Novembur skipaðu vit fyri einum foreldrafundi, har undirvísarir frá tilbúgvingini, Jógvan og Johannes Jensen greiddu frá verkætlanini, og foreldrini fingu høvið til at seta spurningar.

Í Januar høvdu vit 1. hjálparskeið við barnagarðsbørnunum, týsdagin 06. januar høvdu vit skeið fyri børnunum í Alduni, og mikudagin 07. januar fyri børnunum í Glaðuni.

Um skeiðið

  • Børnini lærdu um kroppin, anatomi, teir høvdu eina dukku við, sum nevndist Torso, og Harra egg.. 
  • Klemmiplástur, har børnini geva hvørjum øðrum eitt klemm, sum hevur brúk fyri tí, tá ið onkur er keddur, grætur..
  • Um trygd- at fyribyrgja ólukkur, børnini sluppu at lukta til ymiskar drykkir, t.d sodavatn, sprit, so tey kunnu
  • ansa sær við at drekka farligar drykkir, sum onkur hevur stoytt í eina sodavatnsfløsku.
  • Trygd í bili, týdningin av at brúka trygdarbelti..hvussu vandamikið tað er at vera óbundin í bili...
  • At sykla við sykluhjálmi, brúka endurskin, vestar
  • 4 høvuðspkt, serliga at tilkalla hjálp..
  • Lívreddandi 1. hjálp, avlasta síðulega, fríar luftvegir, smærri og størri bløðingar..tey lærdu at gera eina forbinding..,
  • Børnini fingu øll prógv heim við, at tey høvdu luttikið á skeiðnum..

Fyrstuhjálpar skáp í barnahædd

Vit fingu eitt fyrstuhjálpar skáp til børnini, sum er hongt upp í barnahædd í felagsrúminum, Mølini.
Her kunnu børnini sjálvi fara eftir plástri og geva øðrum barnið plástur, sum hevur brúk fyri tí, og hetta dámar teimum væl ;)

Vit vaksnu lærdu at geva pláss og rúmd fyri børnunum, so tey eisini kunna koma til og hjálpa. Afturmeldingar, sum vit hava fingið higartil eru, at tað var eitt væleydnað tiltak og børnini vístu stóran áhuga í hesum, og vit síggja eisini at tey hava tikið tað til sín, eru skjótari at siga frá,
og tey hava dúgliga brúkt plástri. Tey hava eisini duga væl at handfarið skápið ;)


Sí myndir frá myndasavninum, undir fyrstuhjálp..





«2018»Í dag«Nov»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30    
M T M H F L S
Vit gera blóðpylsu Nýggjastu myndir