Spurnarkanning til foreldur frá námslesandi á setrinum

  Góðu foreldur

Vit eru tríggjar námsfrøðilesandi á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, ið eru í ferð við at skriva B.Ed ritgerð. Evnið í ritgerðini er mál og elektróniskir miðlar, og í tí sambandi ætla vit at gera spurnarkanningar fyri at kanna í hvønn mun nýtslan av elektróniskum miðlum hevur enska ávirkan á málburðin hjá børnum undir skúlaaldur.

Her hava vit brúk fyri tykkara hjálp!

Tað hevði glett okkum, um tit høvdu viljað gjørt so væl at svara hesum spurnablaði - tað eru 15 spurningar, og tað skuldi ikki tikið meira enn 5 minuttir at svara.

G.G. Tey foreldur, sum eru viðkomandi fyri hesa kanning, eru tey, har bæði mamman og pápin hava føroyskt sum móðurmál.

Um tit hava spurningar hesum viðvíkjandi, so setið tykkum endiliga í samband við okkum.

 Svarini verða vard av dataeftirlitinum og etiskum reglum fyri slíkar kanningar. Tað verður á ongan hátt víst til nakran navngivnan persón.

 

Randi Biskopstø - 228801 randibiskopsto@gmail.com

Malan Heinesen - 585401 malanheinesen@hotmail.com

Osla Norðá - 758833 oslanorda@yahoo.dk

 

Trýst á leinkjuna niðanfyri

 

 

https://docs.google.com/forms/d/1LPU0GmwM0ui6bs-xBVUZxNxRm3WLtEiptCoSCy0NQtk/edit





«2019»Í dag«Jan»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
jan.19 Nýggjastu myndir