Skúlabólkurin vitjar Borgmeistarin

Tey vóru spent í morgun, børnini á Dagstovninum við Løgmannabreyt, tá ið tey fóru í reyða bussin í Hoyvík. Tjúgu minuttir seinni vóru tey inni í Ráðhúsinum á Vaglinum, har tey skuldu hitta borgarstjóran, Heðin Mortensen.

Seinastu dagarnar hava børnini á Dagstovninum við Løgmannabreyt lært um val og fólkaræði, nú kommunuvalið stundar til.

Heðin Mortensen greiddi teimum frá, hvat hann fæst við í gerandisdegnum sum borgarstjóri, og hann segði teimum eisini, at hann sjálvur gekk í skúla í Ráðhúsinum, sum er frá 1894 og var realskúli, tá ið borgarstjórin var smádrongur.

Børnini høvdu eisini eitt ynski við til borgarstjóran. Tey vóru á einum máli um, at skreiðibreytin – ella rusjibanin – í svimjihøllini má koma sum skjótast.

Áðrenn tey komu oman á Vaglið, vóru tey á vali. Valevnini vóru ymiskir figurar, sum børnini kenna aftur úr spølum, bókum og teknifilmum. Borgarstjórin taldi atkvøðurnar saman, meðan børnini spent fylgdu við. Og hann kundi kunngera, at Pikachu vann valið greitt við 8 atkvøðum. Á øðrum plássi var Herviligi Henry við tveimum atkvøðum.

Greinin er av torshavn.fo





«2018»Í dag«Aug»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30 31    
M T M H F L S
aug 2018 Nýggjastu myndir