Nýggjasta kunning til 11. mai
Sum kunnugt boðaði Løgmaður 30. apríl frá, at kommunurnar aftur fóru at skipa virksemið á dagstovnaøkinum soleiðis, at øll børn kunnu koma á stovn aftur.
Sambært Føroya Kommunufelag var ætlanin, at landsins myndugleikar í hesum sambandi skuldi dagføra tær vegleiðingarnar sum vóru sendar kommununum 16. apríl.
Hetta arbeiðið er enn ikki heilt liðugt, men tað væntast, at nýggjar vegleiðingar verða tøkar í vikuskiftinum.
Kommunufelagið væntar, at vegleiðingarnar leggja upp til og stuðla undir, at fult virksemi aftur verður á dagstovnaøkinum frá mánadegnum.
Mánadagin 11. mai lata stovnarnir hjá Tórshavnar kommunu upp aftur, uttan at tilmelding krevst, um ikki annað verður fráboðað.