Nýggj tilmælir frá 7.sept

 

Nýggj tilmæli viðvíkjandi dagstovnaøkinum frá mánadegnum

7. september 


http://www.kf.fo/nyggj-tilmaeli-viðvikjandi-dagstovnaoekinum-fra-manadegnum-7-september

 

  Nú tamarhald tykist verða á Koronu smittubreiðsluni í Føroyum, verða viðurskiftini á dagstovnaøkinum aftur normaliserað...

Seinastu tíðina hevur eingin smittubreiðsla verða innanlands í Føroyum. Í hesum sambandi hevur Kommunufelagið ráðført seg við Koronaráðgevingina.

Er støðan áhaldandi góð, tá ið hendan vikan er farin, metir Koronaráðgevingin, at tað er ráðiligt at:

  • Børnini kunna spæla saman uttan avmarkingar á dagstovnum í kommununum

  • Starvsfólkini kunna flyta ímillum stovur uttan avmarkingar.

Samstundis verður mint á at halda seg til almennu tilmælini um reinføri !

Børn og Foreldur vaska hendurnar, tá tey koma á stovnin og annars eftir tørvi.

  • Foreldur koma bert inn í gongina og ikki inn í stovuna !

  • Undantak er bert fyri foreldur sum hava innkoyring !

  • Eisini eigur hondspritt at verða tøkt at brúka ígjøgnum dagin.

    Eisini er neyðugt, at dagstovnurin verður vaskaður væl og javnan.

     

    Viðvíkjandi millummála

    Børnini skulu framhaldandi hava millummála við, fyribils til 1. okt

     

    Vinarliga  

    Sofía Nattestad.

    leiðari