Góðu foreldur - leiðreglur í samband við upplating

 

Góðu foreldur

Mánadagin 20. apríl lata vit á Dagstovninum við Løgmannabreyt varliga upp aftur.

Veruleikin fyri okkum øll, er sera nógv broyttur, síðan vit lótu aftur.

Vit hava øll fingið aðrar treytir at virka undir og tí fara vit at at skipa dagin á stovninum soleiðis at tað verður trygt hjá okkum øllum.

Okkara ynski er at skapa ein góðan og gevandi gerandisdag saman við børnum tykkara við forvitni, kreativiteti, spæli og lívsgleði J

Vit vilja at børnini koma á stovnin uttan ótta og ampa og at tit foreldur stuðla børnunum saman við okkum. Vit fara at møta tykkara børnum við gleði J

Vit fara við jaligari vegleiðing smílum og eygnabráum, at eggja børnum tykkara at vera sjálvbjargin.

Vit fara at leggja dent á at verða so nógv úti, sum gjørligt í okkara fantastiska garði og umhvørvi, har børnini kunna spæla uttan avmarkingar og nýta kroppin og hugflogið og eisini fara vit túrar í umhvørvinum J

Hava tit spurningar ella ivamál, eru tit vælkomin at ringja til mín á tlf 219105  

Vit fara at gera tað besta sum vit kunnu undir hesum serligu umstøðum.

 

Bestu heilsanir

Sofía Nattestad

Leiðari

Mannagongd við móttøku av børnum og avheintan


Koma og fráferð á stovni –


Vøggustova, barnagarð og frítíðarskúla


 

Til foreldur:


 

Koma og fráferð


 


  • Ger skjótt av, tá tú kemur við barninum, eisini tá tit fara heim.
  • Hald frástøðu – møguliga er bíðitíð, at koma inn á stovnsøkið ella stovnin.
  • Koma og fráferð fer í størstan mun fram í garðinum/uttandura, serliga elstu børnini. Mugu tit innandura, so halt teg í uttara gongd. Hetta fyri at minka um smittuvandan hjá børnum og starvsfólkum.
  • Nýti einans høvuðsinngongdina til stovuna hjá barni tínum.
  • Starvsfólkini leggja klæðir og mat uppá pláss
  • Tað verður ikki loyvt, at ganga ímillum stovurnar innandura í eina tíð.
  • Haldi tykkum til komu- og fráferðartíðir, sum tit hava upplýst í tilmeldingini.
  • Starvsfólk gera barnið klárt at fara heima ta klokkutíð, sum er upplýst í tilmeldingini


 

Reinføri


  • Vaska/spritta hendurnar væl, bæði við komu og fráferð.
  • Syrg fyri, at barnið hevur rein og eyka skiftiklæði í klædnaklivanum.
  • Hugsað eyka nógv um reinføri hjá barninum. Skift klæðini hjá barninum hvønn dag.


 

Tosa við barnið um støðuna


  • Minn barn títt og teg sjálvan á at vaska/spritta hendurnar javnan. Serliga tá tit koma á stovnin og tá tit fara heim.
  • Greið barninum frá, at tað kann ikki hava leiku við á stovnin.
  • Greið frá um frástøðu og týdningin av tí.
  • Práta við barn títt, um hvussu tað á bestan hátt fær vart seg ímóti smittu.
  • Práta við barn títt, um at fyrsta tíðin á stovni verður øðrvísi, tí hædd skal takast fyri smittuni. Øll mugu ansa eftir hvør øðrum.
  • Greið barni tínum frá, at virksemi í størstan mun verður uttandura
    • Tað er ikki loyvt at hava leikur við heimanifrá/ klútar...



      Við sjúkueyðkenni halt barnið heima


      • Um barn títt hevur sjúkueyðkenni, skal tað ikki á stovn. Barnið kann koma aftur á stovn, 48 tímar aftaná seinasta sjúkueyðkenni.
      • Um tú ert sjúk/ur ella onnur í húskinum eru sjúk, skal barn títt ikki á stovn.
      • Um tú verður uppringd/ur, um at barn títt er sjúkt, skal tað heintast beinanvegin.
      • Hugsað um kensluligu støðuna hjá barni tínum. Spyr inntil.


      https://www.sst.dk/da/Udgivelser/2020/Film_-Corona-nyt---Saadan-gaar-vi-i-boernehave-igen?fbclid=IwAR1q04OSDtt-UaJzPNE6L_hQMzg6qBr4-hrV5tsE9lNbj47yk0TWcSeodQU





      Koma og fráferð á stovni –


      Vøggustova, barnagarð og frítíðarskúla



      Til starvsfólk:




      Móttøka og avlevering


      ·     Ger skjótt av, tá foreldur koma við børnunum, eisini tá tey fara heim. Hugsað um at halda frástøðu í tann mun tað letur seg gera.


      ·     Minn foreldur á at taka hædd fyri hvørjum øðrum hald frástøðu – møguliga er bíðitíð, at koma inn á stovnsøkið ella stovnin.


      ·     Koma og fráferð fer í størstan mun fram í garðinum/uttandura, serliga elstu børnini. Hava tit tørv á at fara inn á stovnin, so ger skjótt av. Tak ímóti barninum úti í ganginum. Hetta fyri at minka um smittuvandan hjá børnum, foreldrum og starvsfólkum.


      ·     Nýti bert inngongdina til tykkara stovu.


      ·     Tað verður ikki loyvt, at ganga ímillum stovurnar innandura í eina tíð.


       


      Reinføri


      ·     Vaska/spritta hendurnar væl gjøgnum dagin. Serliga við komu og fráferð.


      ·     Minn foreldrini á klædnaklivarnar, at børnini bert hava tey klæði, sum tey hava brúk fyri.


      ·     Hugsað eyka nógv um reinføri hjá tær sjálvum og børnunum. Minnið børnini á at vaska hendurnar javnan.


      ·     Um tú hevur møguleika, skift klæði hvønn dag.


       


      Tosi við børnini um støðuna




      ·     Greið frá um frástøðu og týdningin av tí.


      ·     Práta/fyrireika børnini, um hvussu ein á bestan hátt kann verðja seg ímóti smittu.


      ·     Práta við børnini, um at fyrsta tíðin á stovni verður øðrvísi, tí hædd skal takast fyri smittuni. Øll mugu ansa eftir hvør øðrum.


       


      Smærri bólkar inni og ver nógv úti


       


      ·     Skipað tykkum í smærri bólkar, royn at skipa tað soleiðis, at virksemi í størstan mun verður uttandura.


       


      Við sjúkueyðkenni


      ·      Um børn hava sjúkueyðkenni, skulu tey heintast beinanvegin. Eisini um barnið er illa fyri, men ongan fepur hevur. Barnið kann koma aftur á stovn 48 tímar aftaná seinasta sjúkueyðkenni.


      ·      Um tú ert sjúk/ur, skalt tú ikki koma til arbeiðis. Fær til kanningar, um tú hevur sjúkueyðkenni.


      ·      Hugsað um kensluligu støðuna hjá børnunum og starvsfeløgunum. Spyr inntil.


       


       


       


       


       


       Koma og fráferð á stovni –


      Vøggustova, barnagarð og frítíðarskúla


       

      Praktisk viðurskifti:




      ·     Uppmerkja í garðinum og inni í ganginum, um at halda frástøðu.


      ·     At hvør stova hevur sítt øki av garðinum ella at garðurin verður deildur upp í tíðarskeið tvs. at t.d. er ein stova/bólkur úti í garðinum í senn.


      ·     Spritt skal verða tøkt í gongini.


      ·     Minna á, at bíðitíð kann vera í mun til komu og fráferð á stovninum.


      ·     At børnini koma á stovnin í ymiskum millumbilum, tvs. onkur kemur kl. 7:30, kl. 7:45, kl. 8:00 o.s.fr.


      ·     Steingja millumgangirnar. Brúka inngongdirnar til stovurnar, um hetta letur seg gera.


      ·     Starvsfólk, sum tekur ímóti børnunum, hugsar um reinføri og heldur frástøðu, so frætt tilber.


       


       

       



       




       





      «2020»Í dag«Jul»
          1 2 3 4 5
      6 7 8 9 10 11 12
      13 14 15 16 17 18 19
      20 21 22 23 24 25 26
      27 28 29 30 31    
      M T M H F L S
      Stóratjørn Nýggjastu myndir