Kunning viðvíkjandi mannagongdum


Góðu foreldur                                                                     

Her eru okkara mannagongdir, sum vit vilja at tit fylgja. 


Viðvíkjandi komu og avheintan


  • At tit siga frá nær tit koma við barninum og nær tit avheinta barnið

  • At bert eitt foreldur kemur/ avheintar sítt barn  

  • At tit vaska hendurnar hjá barninum, í durinum, áðrenn tit avlevera barnið

  • At tit bert koma inn í durin við barninum ( eitt foreldur i senn) og at tit gera  skjótt av við komu og avheintan, so bíðirøðin ikki gerst long uttanfyri.

  • At tit ikki koma /avheinta barnið á stovninum, um tit hava verið uttanlanda ella á annan hátt i vanda fyri at hava fingið Korona.

  • At tit ikki koma við barninum, um tað snorar ella hostar ella á annan hátt vísir sjúkueyðkennir. Um tey, ella onnur í familjuni  hava sjúkueyðkennir, kann barnið  ikki koma á stovn 48 tímar eftir síðstu sjúkueyðkennir.


Matpakka og millummála

  • At tit hava 2 matpakkar við, ein til á middegi og ein til millummála ( báðir skulu verða eti-klárir, í einum posa ella eskju, so tað er lætt at taka teir við út at eta. Vit keypa frukt.


Skiftiklæðir og ryggsekk

  • Tað er týdningarmikið at barnið hevur nokk av skiftiklæðum við, og sambært tilmælinum skulu børnini skifta klæðir hvønn dag.
  • Av tí at vit fara at vera úti sum mest, eisini í samband við avlevering, skal barnið verða ílatið eftir veðrinum, tá ið tað kemur á stovnin.

  • Skitin og vát klæðir skulu heim við hvønn dag !


Leikur og soviklút

  • Barnið kann ikki hava  leiku við á stovnin. Um barnið hevur ein sovi “klút”, so skal hesin liggja í vogninum og skal ikki ferðast ímillum stovn og heim.

             Sí annars tilmælir á heimasíðu  https://corona.fo/dagstovnaokid?_l=fo


      Eru spurningar og ivamál eru tit altíð vælkomin at venda tykkum til mín

     

      Vinarliga

      Sofía Nattestad

      leiðari









 


      

    

                                               






 



 


 






«2020»Í dag«Sep»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30        
M T M H F L S
myndir sept 20 Nýggjastu myndir