Innskriving til forskúla 1. flokk og frítíðarskúla

 https://www.torshavn.fo/temu/skuli/skulainnskrivingin-2021/

Í ár gongur innskrivingin í forskúla, skúla og frítíðarskúla fyri seg í talgildu bókingarskipanini BARN. Talgilda innskrivingin ber millum annað í sær, at tú sum foreldur mást bíleggja tær MínLykil og MínBoks frammanundan.

Gev gætur, at innskrivingardagurin ikki hevur nakað at siga í mun til upptøku av børnum í skúlarnar. Tað vil siga, at tað hevur einki at siga, hvør skrivar sítt barn inn fyrst. Tú skalt bara syrgja fyri at skriva barnið inn, áðrenn freistin er farin. Innskrivingarfreistin er 17. januar 2021.

Niðanfyri hava vit gjørt eina stutta vegleiðing, ið greiðir tær frá, hvussu tú ber teg at við at skriva barnið inn í skúlarnar. Tú kanst tó byrja alt fyri eitt við at bíleggja tær MínLykil, sum er fyrsta fortreytin fyri at rita inn í skipanina og skriva barnið inn í skúla. Tað kann taka nakrar dagar at stovna lykilin, og tað er tískil skilagott, at tú bíleggur hann beinanvegin. Tað gert tú her:

Bílegg MínLykil (verður umsitið av Elektron)






«2021»Í dag«Jan»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S
Kavamyndir 7.jan 21 Nýggjastu myndir