Innskriving í Tórshavnar kommunalu skúlar, forskúlar og frítíðarskúlar skúlaárið 2019/2020.

 

Foreldur ella verjar, ið ætla at lata barn/børn fødd fyri 1. januar 2013 í  1. flokk í Tórshavnar kommunalu skúlar næsta skúlaár, kunnu skriva barnið/børnini inn á netinum á torshavn.fo.

 

Freistin at skriva seg inn er mikudagin 16. januar 2019.

 

Innskrivingin er talgild og er undir sjálvgreiðslu á torshavn.fo.

Her er leinki til innskriving 

https://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1586&fbclid=IwAR0uDMciqHdZEHvQK_N8KvZolzeyDymSpyni3jgkmy0u-fkD3V96PUcie_0

 

Tað ber til at biðja um at fáa barn/børn í ein av skúlunum, men um pláss ikki er fyri øllum teimum næmingum, sum búgva næst við ávísan skúla í kommununi, verður neyðugt at flyta næmingar í skúla, har pláss er.

Tá ið innskrivingin er liðug, fáa foreldrini boð frá skúlanum, har barn teirra skal í 1. flokk.

Forskúli

Foreldur ella verjar, ið ætla at skriva børn í forskúla í Sankta Frans skúla ella i forskúla í Skúlanum á Argjahamri, kunnu skriva tey inn á torshavn.fo

 

Innskrivingarskjalið

Er okkurt viðvíkjandi innskrivingarskjalinum ber til at fáa vegleiðing á telefon 214140 ella 281123.

Meiri fæst at vita

Um innskrivingina í skúlunum ella á Mentamáladeildini, Katrin Ellingsgaard, málsviðgeri í skúlamálum, telefon 302010/281123.





«2019»Í dag«Aug»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30 31  
M T M H F L S
Ùtferð í Havnadali við børnum, sum fara í barnagarð í august Nýggjastu myndir