Felags foreldrafundur fyri Hoyvíkar øki verður á skúlanum við Løgmannabreyt

Mikukvøldi 06. apríl kl.19-21 verður skipað fyri felags foreldrafundi á skúlanum við Løgmannabreyt við danska  sálarfrøðinginum Jens Andersen sum heldur ein fyrilestur fyri foreldrum og starvsfólkum í øki "Hoyvík við meira" um týdningin, ið foreldur hava á barnsins menning, felagsskap og trivnað.

  • Fyrilesturin snýr seg serstakliga um týdning miðlanna í gerandisdegnum og teir møguleikar og trupulleikar, ið foreldur møta, tá ið barnið nýtir miðlarnar.

Jens Andersen er ein væl dámdur og undirhaldandi fyrilestrarhaldari, sum nýtir

skemt og ávís dømi fyri at geva íblástur og nýggja vitan innan barnauppaling

og familjulív.

Felags foreldrafundurin er fyri tólv stovnar, og verður hildin á Skúlanum við Løgmannabreyt.

Vit gleða okkum at síggja tykkum :)

Møtið fjølment :)





«2018»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
Garðdagur Nýggjastu myndir