Felags foreldrafundur 24.okt kl.19

  Felags Foreldrafundur verður Týsdagin 24. okt kl 19-21

við Gitte Klein um Málmenning.


Eisini verður val av Foreldraráðið fyri 2017/19 -- eitt umboð verður valt fyri hvørja stovu.

Endamálið við Foreldraráðnum er at fremja áhugamál foreldranna í samráð við leiðara og stovnin.
Foreldraráðið skal arbeiða fyri at styrkja um samstarvið millum heim, stovn og kommunu


Um Málmenning

Málið er lykilin til alt samskifti, og eitt gott mál er avgerandi fyri, at barnið fær sett orð á egnar kenslur og gjørt vart við egin sjónarhorn og egnar meiningar.

Málið hevur týdning fyri, hvussu barnið kemur at klára seg í lívinum. Sagt verður, at málsligi førleikin hjá børnum ávirkar teirra egnu sjalvsmynd. Verri mál tey hava, verri sjálvsmynd fáa tey. Men málið kann samanberast við ein vødda. Meiri vit venja vøddan, sterkari verður hann.

Á fyrilestrinum verður komið inn á, hvussu barnið mennist málsliga.

Eisini verður komið inn á, hvat darvar málsligu menningini, og hvussu foreldur og stovnur kunnu stimbra málsligu menningini hjá barninum.

Gitte Klein hevur fyritøkuna Grit – mennandi sálarfrøði. Hon er útbúgvin lærari, hevur eina Master í Positivari Sálarfrøði, lesur sálarfrøði við Árhus universitet


Vit gleða okkum at síggja tykkum foreldur til ein áhugaverdan og viðkomandi fyrilestur    


























































































 














 



















 


 





«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S
myndir nov17 Nýggjastu myndir