Dagstovnurin letur stigvíst og varliga upp Mánadagin 20.apríl

 Sí leinki   https://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=37&NewsItemID=10062 



__ Ì løtuni fyrireikar Tórshavnar kommuna, hvussu vøggustovur, barnagarðar og frítíðarskúlar lata upp, og hvussu gerandisdagurin skal skipast. Í hesum sambandi hevur Koronaráðgevingin hjá landsstýrinum gjørt vegleiðing um, hvussu dagstovnarnir lata upp stigvíst og varliga, sí leinki.

Liður í fyrireikingunum er, at foreldur beinanvegin og í seinasta lagi hósdagin 16. apríl 2020 kl.12.00 skulu boða kommununi frá, um tey hava tørv á, at barn teirra kemur á stovn í næstu viku, tvs. tíðarskeiðið 20.-24. apríl.

Tilmeldingarskjal er tøkt á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu www.torshavn.fo. Har verða foreldur eisini biðin um at upplýsa, hvørjar dagar tørvur er á, at barn teirra er á stovni og nær á degnum. Hetta so, at kommunan kann skipa tilboðið best møguligt.

Væntandi verður nýggj tilmelding gjørd fyri tíðarskeiðið 27. apríl-1. mai 2020. Kunnað verður um tað seinni.

Foreldragjald
Væntandi verður dagstovnagjaldið fyri apríl endurgoldið foreldrunum. Málið kemur fyri á býráðsfundi síðst í apríl.

Nú dagstovnarnir lata uppaftur stigvíst, verður foreldragjald goldið sambært vanligu reglunum.

Nærri kunning kemur seinni..

Vinarliga

Sofía Nattestad
Leiðari





«2020»Í dag«Jul»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30 31    
M T M H F L S
Stóratjørn Nýggjastu myndir