Àminning um komu og fráferð

 Góðu foreldur

 -- Minnist til at halda tykkum til tíðirnar, tit hava sett tykkum til, at koma við børnunum og eftir børnunum og geri eisini skjótt av bæði tá tit koma og fara.

Vit hava tilrættislagt okkara arbeiði í vøggustovunum og barnagarðstovunum við barnatali eftir tilmeldingum frá tykkum foreldrum og eftir leiðbeiningum frá mynduleikum.

 Meira fæst at vita, við at fara inn á heimasíðuna  https://corona.fo/dagstovnaokid

Hava tit spurningar og ivamál kunna tit altíð venda tykkum til mín.


Vinarliga

Sofía Nattestad

Leiðari

tlf 219105

teldupost : sofian@torshavn.fo


Sí mannagongdir !

Mannagongd við móttøku av børnum og avheintan

Koma og fráferð á stovni –

Vøggustova, barnagarð og frítíðarskúla

 

Til foreldur:

 

Koma og fráferð

 

  • Ger skjótt av, tá tú kemur við barninum, eisini tá tit fara heim !
  • Hald frástøðu – møguliga er bíðitíð, at koma inn á stovnsøkið ella stovnin.
  • Koma og fráferð fer í størstan mun fram í garðinum/uttandura, serliga elstu børnini. Mugu tit innandura, so halt teg í uttara gongd. Hetta fyri at minka um smittuvandan hjá børnum og starvsfólkum.
  • Nýti einans høvuðsinngongdina til stovuna hjá barni tínum.
  • Starvsfólkini leggja klæðir og mat uppá pláss
  • Tað verður ikki loyvt, at ganga ímillum stovurnar innandura í eina tíð.
  • Haldi tykkum til komu- og fráferðartíðir, sum tit hava upplýst í tilmeldingini.
  • Starvsfólk gera barnið klárt at fara heima ta klokkutíð, sum er upplýst í tilmeldingini

At hava við:

  • Ryggsekk við eyka klæðum ( barnið hevur klæðir við eftir veðrinum)

  • Vát og skitin klæðir skulu takast heim við hvønn dag

  • Matpakka og millummála, er pakka í eingangspappír

     

Reinføri

  • Vaska/spritta hendurnar væl, bæði við komu og fráferð.
  • Syrg fyri, at barnið hevur rein og eyka skiftiklæði í klædnaklivanum.
  • Hugsað eyka nógv um reinføri hjá barninum. Skift klæðini hjá barninum hvønn dag.

Tosa við barnið um støðuna

  • Minn barn títt og teg sjálvan á at vaska/spritta hendurnar javnan. Serliga tá tit koma á stovnin og tá tit fara heim.
  • Greið barninum frá, at tað kann ikki hava leiku við á stovnin.
  • Greið frá um frástøðu og týdningin av tí.
  • Práta við barn títt, um hvussu tað á bestan hátt fær vart seg ímóti smittu.
  • Práta við barn títt, um at fyrsta tíðin á stovni verður øðrvísi, tí hædd skal takast fyri smittuni. Øll mugu ansa eftir hvør øðrum.
  • Greið barni tínum frá, at virksemi í størstan mun verður uttandura
  • Tað er ikki loyvt at hava leikur við heimanifrá/ klútar o.a.


Við sjúkueyðkenni halt barnið heima

  • Um barn títt hevur sjúkueyðkenni, skal tað ikki á stovn. Barnið kann koma aftur á stovn, 48 tímar aftaná seinasta sjúkueyðkenni.
  • Um tú ert sjúk/ur ella onnur í húskinum eru sjúk, skal barn títt ikki á stovn.
  • Um tú verður uppringd/ur, um at barn títt er sjúkt, skal tað heintast beinanvegin.
  • Hugsað um kensluligu støðuna hjá barni tínum. Spyr inntil.

 

https://www.sst.dk/da/Udgivelser/2020/Film_-Corona-nyt---Saadan-gaar-vi-i-boernehave-igen?fbclid=IwAR1q04OSDtt-UaJzPNE6L_hQMzg6qBr4-hrV5tsE9lNbj47yk0TWcSeodQU

 


 

 

 




 







«2020»Í dag«Jul»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30 31    
M T M H F L S
Stóratjørn Nýggjastu myndir