Málsetningur/ Vangamynd

Vit vilja at okkara stovnur skal vera eitt gott stað at vera :)
ein tann besti stovnurin,har bæði børn og starvsfólk trívast og mennast
við einum góðum samstarvi við foreldur :)

  • Vit arbeiða fyri einum góðum felagsskapi, har børnini trívast og mennast í einum góðum kreativum umhvørvi

Okkara Vangamynd er ein góð móttøka :)
Vit leggja stóran dent á eina góða móttøku av børnum og foreldrum hvønn morgun og øllum, sum koma inn á stovnin og tað gera vit soleiðis at hvønn morgun er tað eitt starvsfólk sum barnið kennur, sum letur upp á hvørjari stovu :)

  • Tí vit meta at tað er týdningarmikið hjá bæði børnum og vaksnum at fáa eina góða byrjan uppá dagin. Tað at barnið kennir seg vælkomnan og sæddan styrkir sjálvskensluna og sjálvsvirðið hjá barninum

  • Vit vilja stimbra tað natúrligu kreativitetina hjá barninum við at lata barnið royna seg og egnað sær vitan

  • Starvsfólkini brúka sínar førleikar og læra av hvørjum øðrum og við hesum stimbra og menna børnini á besta hátt

  • Vit vilja menna børnini í einum kreativum umhvørvi

  • Vit arbeiða eisini av og á við verkætlanum

  • Vit leggja stóran dent á, at hava eitt gott dagligt samskifti við foreldur og eisini skipa vit fyri Foreldrakaffi, Foreldrafundum, Foreldraviðtalum, Garðdegi og felags Jólahaldi

  • Vit vilja saman við foreldrum draga felags línu barninum at frama, so at barnið/ børnini trívast og mennast á bestan hátt og tað gera vit eisini við at arbeiða út frá okkara námsætlanum

À hvørjum árið, miðskeiðis í juni, bjóða vit teimum nýggju foreldrunum og børnum, sum skulu byrja 01.august at vitja stovnin, fáa eina kunning og heilsa uppá starvsfólkini :)