Málsetningur og Vangamynd

Vit vilja at okkara stovnur skal vera eitt gott stað at vera
ein tann besti stovnurin, har bæði børn og starvsfólk trívast og mennast
við einum góðum samstarvi við foreldur :)

  • Vit arbeiða fyri einum góðum felagsskapi, har børnini trívast og mennast í einum góðum kreativum umhvørvi

Okkara Vangamynd er ein góð móttøka :)

  • Vit leggja stóran dent á eina góða móttøku av børnum og foreldrum, og tað gera vit soleiðis at hvønn morgun, er tað eitt starvsfólk sum barnið kennur, sum letur upp í hvørjari stovu !

  • Tí vit meta at tað er týdningarmikið hjá bæði børnum og vaksnum at fáa eina góða byrjan uppá dagin :)

  • Tað at barnið kennir seg vælkomin og sætt, styrkir sjálvskensluna og sjálvsvirðið hjá barninum

  • Vit arbeiða eisini við verkætlanum og evnum sum fylgja árstíðunum og námsætlanum

  • Ymiskt er, hvussu virksemi verður lagt til rættis á stovunum, tí tørvurin er ymiskur og virksemi er lagað eftir aldursbólkinum á stovuni og eisini litað av teimum dygdum, sum starvsfólkið hevur..

  • Felags fyri okkum øll er, at stórur dentur er lagdur á eitt gott foreldrasamskifti, og fyri at vit skulu geva børnunum ein góðan gerandisdag, er tað týdningamikið við einum góðum samskifti, og hetta leggja vit okkum eftir í tí dagliga prátinum..

  • Vit vilja saman við  tykkum, draga felags línu barninum at frama, so at barnið/ børnini trívast og mennast á bestan hátt

  • Tit eru altíð vælkomin at steðga á og fáa eitt prát ella biðja um eina samrøðu og um trupulleikar stinga seg upp, leggja vit stóran dent á, at teir verða loystir á røttum stað.

Vit skipa eisini fyri foreldrakaffi, foreldrafundum, foreldraviðtalum, garðdegi og felags jólahaldi...

  • À hvørjum árið, miðskeiðis í juni, bjóða vit eisini nýggjum foreldrum og børnum, sum skulu byrja 01.august,  at vitja stovnin og fáa eina kunning og heilsa uppá starvsfólkini :)






«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S
myndir nov17 Nýggjastu myndir