Kunning um dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu komandi tíðina

 

Kunning um dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu komandi tíðina

-  Vegna allar kommunurnar fer Kommunufelagið saman við Koronaráðgevingini fyrst í næstu viku at viðgera dagførdar vegleiðingar soleiðis, at øll børn kunnu koma aftur á stovn undir skipaðum viðurskiftum og so skjótt sum møguligt.

Nýggj vegleiðing verður sostatt væntandi tøk í næstu viku, og tí eru verandi vegleiðingar enn galdandi og óbroyttar.

Virksemið á stovnunum í Tórshavnar kommunu í næstu viku verður sum tað longu er fyrireikað og fráboðað.

Viðvíkjandi dagstovnavirkseminum, so verður mælt til framhaldandi at skipa virksemið í smærri bólkum, og at bólkarnir í tann mun tað er møguligt eru fyri seg sjálvan ígjøgnum dagin.

Eisini verður mælt til, at børnini í so stóran mun, tað er møguligt eru uttandura, so at tey ikki øll eru á stovuni samstundis.

Dagstovnarnir skipa sítt virksemi so væl sum gjørligt innan teir karmar, sum dagstovnurin hevur. Tað eru bæði viðv. hølum og starvsfólkum.

Komandi tíðin verður so ein tilgongd, har alsamt fleiri børn kunnu koma á stovn.

Tá nýggju vegleiðingarnar eru tøkar væntandi í næstu viku, verður støða tikin til, hvussu tilgongdin at fáa øll børn aftur á stovn undir skipaðum viðurskiftum verður skipað.

Kunnað verður nærri um tað skjótast møguligt.





«2020»Í dag«Jun»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30          
M T M H F L S
Ruddingardagur 15.mai Nýggjastu myndir