Hent at vita



Trygging

Tórshavnar kommuna hevur ikki eina samlaða trygging,sum tryggjar øll børnini, tá íð tey eru á stovninum. Tí er tað týdningarmikið at tit foreldur hava egnu familjutrygging, tí tá eru børnini tryggjaði bæði á stovninum og heima !  




Klæðir  


ü Klæðir, skógvar og styvlar skula vera merkt við navnið, tí so kunna vit betur finna tað aftur !

ü Klæðini skulu tola at blíva skitin.

Tað kann henda at klæðir blíva vekk og tað eru vit hørm um og vit royna

at leita. Set tí navn í klæðini og skógvar, so er lættari bæði fyri tykkum og starvsfólki at finna tað aftur !

  • Vit endurgjalda ikki klæðir !


·        Vit vilja ...  At tit koma við barninum áðrenn 9.30, tí tá byrjar dagsins virksemi á stovunum og um títt barn skal vera við í virkseminum, inni og úti, mugu tit møta áðrenn  

·        Sigi frá á stovuni ;  Um tit koma seinni ella um barnið hevur frí, tí so vita vit tað og kunna betur tilrættisleggja dagin við túrum og øðrum virksemi..

·        Aftaná 9.30   Hava vit samling við børnunum á stovuni. Børnini fáa frukt og vit syngja og práta og tilrættisleggja dagsins virksemi. Børnini spæla og gera ymiskt í bólkum og tá kann tað ofta vera verri fyri tað barnið, sum kemur seinni at koma uppí leikin, og fyri at ikki øll á stovuni skulu bíða eftir, um nú barnið kemur ella ikki, er tað týdningarmikið at tit foreldur ringja til stovuna og siga okkum frá, tì so eru vit fyrireikað og kunna hjálpa til við hesum !

Vit vilja eisini hava at tit siga okkum frá, um onkur annar enn foreldrini koma eftir barninum og sigið farvæl við starvsfólkið, so vit vita at barnið er farið heim !


Vegleiðing til foreldur og starvsfólk um vanligar barnasjúkur

https://sundhedsstyrelsen.dk/   Reinføri og smittandi sjúkur børn og ung

Nær kann barnið vera á stovninum ?

Høvuðsreglan er, at sjúk børn kunnu ikki vera á stovninum og børn sum hava smittandi sjúkur, kunna tí ikki koma á stovnin fyrr enn smittuvandin er av !

ü Barnið skal vera frískt og skal kunna vera við í øllum vanligum virksemi, uttan at hava tørv á serligari ansing ! 


ü Vit ringja um barnið er sjúkt á stovninum ella okkurt serligt er áfatt og vit kunnað um smittandi sjúkur

 

Bruni í hálsinum.. Sæst oftast hjá børnum í 2 –6 ára aldri ..Barnið fær ilt í hálsin, tá ið tað svølgir, barnið kann sleva meir enn vanligt og hevur fepur. Eitlarnir følast eymir og hovnir. Streptokokkar skulu viðgerast

Barnasár.. Er ein tann mest smittandi sjúkan á stovnum. Sjúkan vísir seg oftast sum sár í andlitinum, men eisini í hárbotninum og á hondunum og kann vísa seg á øllum kroppinum. Sjúkan byrjar við einum lítlum reyðum bletti og tað skriðar. Tilgerðartíðin frá tí, at barnið er smitta til sjúkan vísir seg er 1 – 3 samdøgur. Sárini smitta illa frá tí tey byrja at væta, til tey eru upptornað og skorpurnar detta av. Barnasár skal viðgerðast av lækna og barnið skal ikki á stovn, fyrr enn sárini eru lekt og skorpurnar eru dotnar av.

Barnaormur .. Um barnið hevur barnaorm, eiga foreldrini at seta seg í samband við lækna. Vanliga verður øll familjan sett í viðgerð. Tekin eru um skriða í endatarminum, skriðar serliga illa um kvøldið og um náttina. Ormurin er 4 – 12 mm langur, klænur, hvítur, sum seymitráður og sæst í skarninum. Hetta er sera smittandi á stovninum og tí er tað týdningarmikið, at tit hava barnið heima til viðgerðin er liðug.

Eygnabruni ..  Smittar ræðuliga illa á stovuni, bæði til starvsfólk og børn og skal tí viðgerðast !  Um talan er um bruna, har barnið hevur fepur, eyguni eru reyð, eygnalokini hovin og væta rennur úr eygunum.Setið tykkum tá í samband við lækna. Tilgerðartíðin er vanliga 1 – 3 samdøgur. Barnið skal ikki á stovn, fyrr enn tað hevur verið í viðgerð í minsta lagi í 24 tímar, tí bæði børn og starvsfólk kunnu verða smittað av hesum !

Bruni í munninum.. Er eitt virus, sum byrjar við fepur. Tá nakrir dagar eru farnir, koma bløðrur í munninum. Seinni koma grá-gular bløðrur rundan um varrarnar. Barnið hevur ringt við at eta og drekka. Aftan á 10 –14 dagar fara bløðrurnar burtur av sær sjálvum. Barnið skal vera heima til fepurin er burtur og tað kann eta vanligan mat og annars hevur tað gott.

·        Fimta barnasjúkan.. Er ein mild, feburfrí sjúka, sum minnir um influensu..Vísir seg við at barnið fær ógvusligan reyðan lit á kjálkarnar.Dagarnar aftaná fer útbrotið um allan kroppin.Tilgerðartíðin er 1-3 vikur. Smittuvandi er fáar dagar, áðrenn útbrotið vísur seg. Týdningarmikið er, at tit siga frá, um barn tykkara hevur hesa sjúku, tí hon er serliga vandamikil fyri gravidar kvinnur

·        Heilivágur á stovninum.. Vit geva ikki børnunum heilivág á stovninum, uttan so, at tað er lívsneyðugt ella tá íð talan er um eina varandi sjúku.

·        Hond,fót og munnsjúka.. Er ein mild, stutt sjúka. Sjúkan kann byrja við, at barnið er illa til passar og hevur eitt sindur av fepur. Oftast vísir sjúkan seg við m.a stórum blettum, sum gerast til bløðrur, oftast inni í lógvunum og undir ilini. Tilgerðartíðin er 3 – 8 dagar. Barnið kann vera á stovninum, tá tað er frískt og orkar at vera á stovninum

·        Kikhosti.. Byrjar við vanligum krími og irriterandi hosta, ið so við og við mennist til ríðir av kikhosta. Hostaríðirnar versna tær komandi 1 –2 vikurnar og viknað aftur eftir 2 – 4 vikur, møguliga longri. Hostaríðirnar kunnu virkað ógvusligar og ræðandi, og barnið kann blíva bláreytt í andlitinum og spýr kanska. Tilgerðartíðin kann verða millum 6 og 20 dagar. Smittuvandi er frá krímið byrjar 5 – 7 dagar eftir byrjaða viðgerð. Børn sum ikki eru koppsett ímóti kikhosta aðru ferð, kunna ikki vera á stovni, tá ið kikhosti gongur

·        Krím .. Vísir seg vanliga m.a.við, at barnið snorar, nýsur, tárar, hevur irritatión í svølgi og nøs, ilt í hálsinum og kuldaskjálvta. Smábørn hava ofta fepur.Tilgerðartíðin er vanliga millum 12 og 72 tímar, men kann vera ímillum 1 og 7 dagar. Børn, sum hava krím og snora serliga illa, eiga at vera heima til barnið følir seg frískt og ikki hevur tørv á serligari ansing .

·        Leyst lív og spýggja..Er at tað rennur úr barninum. Leyst lív og spýggja hevur ofta við sær pínu í búkinum evt. fepur. Leyst lív og spýggja, smittar illa á stovninum ! Fyri at minka um smittuvandan, skulu foreldur og starvsfólk, altíð vaska sær væl um hendurnar, tá ið tey hava verið um barnið

Minst til at geva barninum nógva vætu, gjarna við eitt sindur av salti og sukri í. Av tí at hetta smittar sera illa í vøggustovuni, skal barnið vera heima til tað er ordliga frískt og fepurin er burtur og tað ikki longur hevur leyst lív.

·        Lús .. Smittar illa og skal viðgerðast beinanvegin ! Tú kanst keypa ymiskt til viðgerð av lúsum á apotekinum ella tú kanst kemba við tættkambi

·        Barnið skal ikki á stovn, fyrr enn viðgerðin er byrja !

Foreldur hava ábyrgd av, at kanna síni børn og tryggja sær, at tey ikki hava lús

·       Millumoyrnabruni.. Vísir seg oftast við fepur og pínu í oyranum, eisini kann tað renna úr oyranum. Barnið eigur at verða kannað av lækna. Barnið skal vera heima, til tað ikki hevur tørv á serligari umsorgan og røkt.

  • Skarlaksfebur.. Hevur við sær hálsbruna, fepur og “hindbertungu. Børn sum hava skarlaksfepur, skulu vera heima, til tey eru frísk og ikki longur kunnu smitta onnur. Tilgerðartíðin er 1 – 3 samdøgur. Smittuvandi er frá, at barnið er smittað, til barnið hevur fingið pensilin í 2 fullar dagar.

Skáldkoppar..Er ein ógvuliga smittandi barnasjúka, sum ein bert fær einaferð í lívinum. Skáldkoppar vísa seg við, at barnið fær fepur og útbrot við bløðrum, sum seinni torna til skorpur. Tilgerðartíðin er 2 – 3 vikur. Smittuvandi er frá 3 døgum undan at barnið er útbrotið til 5 dagar eftir at útbrotið er komið, ella til eingin nýggj bløðra er komin í 2 dagar og til bløðrurnar eru tornaðar

 

·       Ússalig/ur uttan fepur.. Børn kunnu eisini vera ússalig, uttan at tey hava fepur. Vísir tað seg, at barnið er serliga knarrut ella troytt, kann barnið hava brúk fyri at vera heima, til tað følir seg væl til passar og orkar at vera við í virkseminum á stovninum.

 

·       Um barnið verður sjúkt á stovninum og illa fyri meðan tað er á stovninum, ella okkurt annað serligt er áfatt, skulu starvsfólkini seta seg í samband við foreldrini !

 



  





«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S
myndir nov17 Nýggjastu myndir